Síðsta vikuskifti spældu Team Klaksvík og menninir hjá Neistanum í fyrsta umfari í European Cup. Hetta vikuskifti eru tað kvinnurnar hjá Neistanum og H71, sum skulu spæla European Cup dystir.
Sí eisini: Aftur evropeiskt tap hjá Neistanum og Team Klaksvík
Bæði føroysku feløgini spæla eftir avtalu báðar dystirnar á útivølli, og seinastu dagarnar hava Neistakvinnur og hoyvíkskvinnur fyrireika seg í ávíkavist Litava og Italia.
Fyrri dysturin hjá Neistanum byrjar ein tíma fyrr. Hann er ímóti Cascada HC Garliava. Dysturin millum litaviska og føroyska liðið byrjar klokkan 16 og kann stroymast her.
H71-hópurin er í Sisilia. Fyrri dysturin millum H71 og Handball Erice byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð. Hann kann stroymast her.
Ilt er at meta um, júst hvar føroysku liðini liggja til litavisku og italsku mótsstøðuna. H71 hevur staðið seg ógvuliga væl í evropeisku kappingini síðstu árini, men hópurin er nógv øðrvísi nú - profilar frá seinastu árunum eru ikki har. Tveir nýggir spælarar hjá Stjørnuni spældu við júst Erice í fjør.
Tað eru nøkur ár síðani, at Neistin var við í Evropa. Liðið er spennandi og kann helst gera ein vørr í Litava.
Bjørk Franksdóttir Joensen gjørdi bart í júst Litava í juli við U19-landsliðnum. Føroyar komu í finaluna og Bjørk á All-Star liðið. Í gjár varð ungi høgri bakkurin úttikin til landsliðið. Maria Pálsdóttir Nólsoy var ein av hinum Neistakvinnunum á tí landsliðnum (Mynd: EHF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald