Hondbóltur

H71 stríddi seg til eitt fínt úrslit í Spania

Atlético Guardes var á odda við níggju málum eina løtu í seinna hálvleiki, men við góðum endaspurti frá hoyvíkskvinnum er lív framvegis í European Cup-uppgerðini. Seinni dysturin verður spældur í Spania í annaðkvøld.

H71 var eisini aftanfyri móti Slavia Prag í seinasta umfarið. Jana Mittún, longst til høgru, skoraði tólv mál í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

H71 var eisini aftanfyri móti Slavia Prag í seinasta umfarið. Jana Mittún, longst til høgru, skoraði tólv mál í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-14 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 og Atlético Guardes hava í kvøld spældu fyrr áttandapartsfinaluna sínamillum í European Cup. Greitt var áðrenn, at talan fór helst at vera um torførastu uppgávuna hjá hoyvíkskvinnum í evropeiskari kapping higartil, og hetta fekst sjón fyri søgn fyri. Heimaliðið var eina løtu við at álvara at renna avstað við serliga sínum skjótum álopsspæli, men stríðsandi og ein góð seinna hálva av seinna hálvleiki frá hoyvíkskvinnum - harímillum nógv mál frá Janu Mittún - tryggjaðu eitt brúkiligt føroyskt útgangsstøði til dystin í morgin.

Tað byrjaði við, at liðini fylgdust tætt, og at H71 oftast var á odda. Fyrstu løtuna komu millum annað fleiri mál av høgra vongi, har Guðrið á Borg var trygg. Støðan var 6-6, tá tíggju minuttir vóru spældir, men so steðgaði H71 upp í álopspartinum og skoraði bert einaferð næstu tíggju minuttirnar. Í hinum endanum høvdu hoyvíkskvinnur sera ilt við at steðga skjóta spanska álopsspælinum og skotinum og gjøgnum allan dystin serliga Sandru Santiago. Í stegðinum var munurin fimm mál.

[object Object]Gurið á Borg skoraði fimm mál í Spania (Mynd: Sverri Egholm)

Eina løtu í seinna hálvleiki sá tað út til, at uppgerðin skuldi verða so gott sum heilt avgjørd í kvøld. Tí meðan H71 framvegis hevði heilt fáar takklingar og bjargingar, so var álopsspælið í løtum merkt av nøkrum mistøkum; millum annað álopsfeilum og brendum møguleikum, og liðið úr bestu sponsku deildini var einaferð á -9. Síðani kom vend í: Tá eitt korter restaði í, var munurin seks mál, og síðsta korterið vann H71 við trimum.

Verjuspælið gjørdist betri og meira kontant, og síðstu tjúgu minuttirnar hevði H71 lítlar trupulleikar at skora, tí heili 15 mál komu til høldar. Jana Mittún átti ein stóran part av hesum. Tað var týðiligt, at spanska liðið ansaði væl eftir 19-ára gamla bakspælaranum - sponsku viðmerkjararnir høvdu eisini hana og serligu evnini á orðið frá byrjan - og í fyrra hálvleiki eydnaðist at halda henni til trý mál. Eftir steðgin skoraði Jana níggju ferðir, og í høvuðsheitinum tóku hoyvíkskvinnur ábyrgd og stríddust sera væl fyri at fáa tað til ein javnari dyst.

Við síðsta skotinum í dystinum í síðsta sekundi skoraði Jana Mittún sítt mál nummar tólv og nummar 31 hjá H71 við einum dundurskoti. Við úrslitinum 31-34 (H71 stóð sum heimalið til hendan fyrra dystin) er tað framvegis opið undan seinna dystinum, sum verður bríkslaður í gongd í somu høll í morgin klokkan 18 føroyska tíð

European Cup - fyrra áttandapartsfinala
Leygardagin 14.01, 
H71 - Atlético Guardes 31-34 (12-17)

Dystargongdin: 

5 min: 3-3
10 min: 6-6
15 min: 9-6
20 min: 11-7
25 min: 14-10

30 min: 17-12

35 min: 21-15
40.min: 24-16
45 min: 28-22
50 min: 29-25
55 min: 31-26

Toppskjúttar: Sandra Santiago og Jana Mittún, 12 mál

Sí yvirlit yvir allar málskjúttarnir og onnur tøl her

Seinni dysturin: Í morgin, sunnudagin 15.01, klokkan 18,
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder