Fótbóltur

Haaland fillar metini í Premier League

Ungi norðmaðurin skoraði aftur hattrick í gjárkvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-01 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggju mál í fimm dystum.

Soleiðis ljóðar byrjanin í Premier League fyri norska áleyparan, Erling Braut Haaland. Í gjárkvøldið skoraði hann hattrick fyri Manchester City móti Nottingham Forest.

Tað vóru stórar væntanir til Haaland undan hesum kappingarárinum, og norski málkongurin hevur livað upp til væntanirnar. Hann er longu byrjaður at filla metini í Premier League.

Haaland hevur skorað níggju mál í sínum fyrstu fimm dystum í Premier League. Tað er ikki hent fyrr.

Her yvirhálar hann bæði Mick Quinn og Sergio Agüero, sum megnaðu at skora átta mál í teirra fimm fyrstu dystum í Premier League, skrivar tv2.dk.

Júst Quinn er tann skjótasti nakrantíð í Premier League til at skjóta tíggju mál. Tað megnaði hann upp á bert seks dystir, og Haaland kann eisini náa tað í sínum komandi dysti.

[object Object]
Her skorar Haaland triðja málið móti Forest í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Síðsta vikuskiftið skoraði Haaland hattrick móti Crystal Palace – enntá í sama hálvleiki. Tað bragdið endurtók hann í gjárkvøldið, tá hann í fyrra hálvleiki móti Nottingham Forest skoraði tríggjar ferðir.

Við fimm dystum í Premier League, gjørdist Haaland sostatt tann spælarin í søguni hjá liguni at skora tvey hattrick upp á fægst dystir.

Hann yvirhálaði Demba Ba, sum brúkti 21 dystir at skora tvey hattricks.

Fyri fyrstu ferð síðan desember 2017, tá Harry Kane megnaði tað, hevur ein Premier League-spælari skorað hattrick í tveimum fylgjandi dystum. Her meldaði Erling Haaland seg inn í klubban við nøvnum sum Les Ferdinand, Ian Wright, Thierry Henry, Didier Drogba, Wayne Rooney og áðurnevnda Kane.

Fótbóltseygleiðarar eru fullir av undran yvir tað, sum ungi norðmaðurin hevur megnað. Og nú verður mett, at hann hevur evnini til at gerast tann besti toppskorarin av øllum í Premier League.

Metið fyri flest skoringar eigur Alan Shearer, sum kom upp á 260 mál í Premier League. Kendi málrevurin Gary Lineker sigur, at hann roknar við, at Haaland klárar tað áðrenn Harry Kane ger. Harry Kane hevur skotið 187 mál í Premier League. 

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder