Annað

Hægstu karakterir nakrantíð í fimmgongd í Føroyum

Um vikuskiftið var triðja innlieðandi ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali.

Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti vísa her flott skeið í kappingini F1

Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti vísa her flott skeið í kappingini F1

2021-06-14 17:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið var triðja innleiðandi ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í fimm ymiskum flokkum. Hetta er seinasta innleiðandi kappingin áðrenn FM, sum verður í juli.

Veðrið skikkaði sær einki serligt, tá innleiðandi umførini vóru hósdagin og fríggjadagin. Har var fitt av vindi og nøkur heilt grov æl. Men leygardagin, tá finalan var, var turt og sól, so tá var hugaligari hjá bæði fólki og rossum.

Hægstu karakterir nakrantíð í fimmgongd í Føroyum
Heili seks pør høvdu meldað til í F1, sum er fimmgongd. Her skal rossið vísa øll gonguløgini – fet, trav, tølt, lop og skeið – og her er tað skeiðið, sum er mest spennandi. Rossini fáa tríggjar møguleikar at vísa skeið – og tveir teir bestu karakterirnir telja við.

Leygardagin vóru tað Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti sum skaraðu langt framúr í fimmgongdini. Tær megnaðu at fáa 6,929 í miðal, sum er hægsti miðalkarakterur, ið nakrantíð er givin í fimmgongd í Føroyum. Í skeiðnum megnaðu tær at fáa heil 7,8 stig – og hetta er allarhelst eisini met.

Spenningur í fjórðgongd
Stutt var ímillum nummar eitt og tvey í fjórðgongdini. Tó vann Knút Lützen á Kára frá Ásbrú ein tepran sigur á Óluvu á Lofti á Kopari frá Hrauni við 6,967 stigum ímóti 6,900 stigum.

Kappingar fyri ung
Um nóg nógv ung undir 22 ár hava meldað til, so kappast tey fyri seg, og hesa ferð vóru kappingar í bæði V1 og T1 fyri ung – umframt kappingarnar T7, V5, V1, F1 og T1, sum eru bæði fyri ung og vaksin.

Samreiðssteyp og røktartallerkur
Hesa ferð vóru tað Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum, sum vunnu samreiðssteypið, ið verður latið til tað parið, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk, meðan Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu vunnu røktarsteyp fyri snøgga og vakra útsjónd.

Úrslitini av kappingunum

Vinnarar av T7
Nr. 1 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
Nr. 2 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 3 Margret Rasmussen og Stefnir frá Typpafossi

Vinnarar av V5
Nr. 1 Bryndis Hjartardóttir og Kráka frá Ósabakka 2
Nr. 2 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
Nr. Óluva á Lofti og Björk frá Hlemmiskeiði 3

Vinnarar av V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
Nr. 3 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Kamilla frá Árbakka

Vinnarar av V1 Ung
Nr. 1 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed
Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Spegill fra Hodsager
Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur fra Frisendal

Vinnarar av F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum
Nr. 3 Klæmint Tóruson Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli

Vinnarar av T1 Ung
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur fra Frisendal
Nr. 3 Elma Laksáfoss og Gjafar frá Grund II

Vinnarar av T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum
Nr. 3 Bárður Johannessen og Strákur frá Marknagili

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder