
Sunnudagin kann Hákun West av Teigum gerast týskur meistari, og Füchse Berlin hevur møguleikan at vinna sítt fysta Bundesliga-heitið.
Hetta krevur tó møguliga, at liðið vinnur á Gummersbach í kvøld. Magdeburg er í gongd við ein góðan endaspurt, og meistararnir frá í fjør vunnu stórt á Flensburg-Handewitt í gjár - Jóhan á Plógv Hansen skoraði uppá øll síni trý skot.
35-27 úrslitið hevði við sær, at Magdeburg fór frammum Füchse Berlin. Høvuðsstaðarfelagið hevur tó ein dyst færri.
Dysturin hjá Hákuni og teimum í næstseinasta umfari verður spældur klokkan 18 føroyska tíð. Füchse er avgjørt favorittur, men Gummersbach kann arga í Max Schmelling-høllini. Gummirarmar skulu ikki koma í hjá "revunum", sum hava vunnið átta Bundesliga-dystir á rað.
Dysturin sæst á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald