
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin hava nógvar spennandi uppgávur næstu tíðina. Føroyski høgri vongurin er partur av einum liði, sum skal spæla í Final Four í Champions League mitt í juni og sjálvt kann avgerða alt í Bundesliguni.
Tað er síðstnevnda, sum tað nú snýr seg um. Füchse hevur fýra dystir eftir, og í kvøld spæla tey bæði liðini við 50 stigum.
Støðan í oddinum í Bundesliguni - fjórðseinasta umfar
1. Magdeburg 51 stig *
2. Füchse Berlin 50 stig
---------------------------
3. Melsungen 50 stig
4. THW Kiel 46 stig *
* Ein dyst fleiri (í gjár sigraðu Elias á Skipagøtu og Kiel trygt móti Leipzig, har føroyingurin var við í fleiri málum - sí hæddarpunkt HER)
Nummar 1 og 2 koma í Champions League næsta ár
Í kvøld, hósdagin 29.05 klokkan 19: Füchse Berlin - MT Melsungen
Bæði Füchse Berlin og Melsungen hava í løtuni alt í egnum hondum, men hetta kann gleppa teimum av hondum í kvøld. Magdeburg hevur havt eina frálíka gongd og yvirhálaði við sigri í gjár. Meistararnir frá í fjør hava tó spælt ein dyst fleiri enn hini og hava eina truplari endaskrá enn serliga høvuðsstaðarfelagið.
Füchse er í stórformi við sjey sigrum á rað. Við tí, við heimavøllinum og tí at Melsungen manglar skadda Aaron Mensing, so stendur Füchse sum favorittur í kvøld.
Hákun West av Teigum hevur víst ógvuliga gott spæl við felagnum og við landsliðnum seinastu mánaðirnar. 23-ára gamli hoyvíkingurin er fyrstaval á høgra vongi hjá liðnum, sum í kvøld kann vinna sær stóran fyrimun í meistarstríðnum í heimsins sterkastu hondbóltsdeild.
Oddadysturin byrjar klokkan 19 føroyska tíð og sæst á TV3 MAX og Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald