Hann hevur spælt fyri AC Horsens farnu fýra kappingarárini og viðgongur nú, at hann gjarna vil royna seg aðrastaðni, tó at hann er glaður fyri at vera í Horsens.
AC Horsens spældi í gjár sín seinasta dyst í kappingarárinum. Nú hevur felagið kunngjørt, at liðformaðurin Hallur Hansson er kosin ársins leikari. Hetta er annað árið á rað, at 28-ára gamli miðvallarin fær hendan heiðurin.
Hallur enn einaferð ársins leikari
Eins og í fjør er føroyski landsliðsleikarin kosin ársins leikari í AC Horsens. Liðformaðurin vil gjarna royna okkurt annað enn Horsens, tó at hann er glaður fyri at vera í felagnum.
Hallur Hansson hevur skjótt aftur uppgávur á skránni sum landsliðsleikari (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald