Annað

Hallur Holm heimsmeistari í ultrarenning

Rann yvir 233 kilometrar upp á eitt samdøgur.

Hallur Holm hevði Merkið við sær upp á sigurspallin

Hallur Holm hevði Merkið við sær upp á sigurspallin

2023-12-04 16:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski rennarin Hallur Holm luttók um vikuskiftið í heimsmeistarakappingini í 24 tíma renning, sum fór fram í Taivan.

Hallur umboðaði danska landsliðið til kappingina, tí frælsir ítróttir í Føroyum ikki hava altjóða viðurkenning, og tí er ikki møguligt at luttaka í altjóða kappingum undir Merkinum.

Hallur megnaði at leggja yvir 233 kilometrar aftur um seg upp á 24 tímar.

Úrslitið var nóg mikið til at verða kosin heimsmeistari í aldursbólkinum fyri menn yvir 55 ár.

Men Hallur var eisini maður fyri at beinan vegin at vísa á, at hann í veruleikanum ikki var tann, ið rann longst. Tí har var ein spaniumaður, sum var skjótari, og sum hevði aldur til at kappast í hesum bólkinum, sum eisini verður kallaður ‘masters’. Men spaniumaðurin hevði ikki meldað seg til júst world masters kappingina, og tí varð Hallur Holm kosin heimsmeistari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder