Annað

Hallur Joensen vann fyri sættu ferð

Haldor Holm Cup var um vikuskiftið.

2020-10-11 12:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

30. útgáva av Haldor Holm Cup um vikuskiftið.

Undanfarin ár hevur kappingin verði skipað soleiðis, at fimm teir bestu frá frá FM-liðkappingini hava luttikið í Haldor Holm Cup. Tá bleiv spælt um at hava hægsta miðaltal.

Kappingin var skipað øðrvísi hesaferð við tað, at hon í ár var skipað sum ein opin kapping. Tó at í mesta lagi 24 spælarar høvdu møguleikan at luttaka.

Kappingin varð hesuferð skipað soleiðis, at spælt var í innleiðandi og næsta umfarið best av trimum settum, har spælt var upp til 100 eygu. Triðja umfarð var spælt best avfimm5. Hálvfinalan var spælt best av sjey. Og finalan bleiv spæld best av níggju settum.

Hetta vísti seg at verða ein øðrvísi Haldor Holm kapping, har spælarar sum vanliga ikki eru við heilt í toppinum, fingu møguleikan at kappast ímóti teimum bestu billardspælaranum.

Teir fýra spælararnir sum komu í hálvfinalurnar vóru Sonhard Johannesen ímóti Per Hansen. Og í hinari hálvfinaluni dystaðust Hallur Joensen ímóti Hans Jákup Kollsker.

Hálvfinalan millum Sonhard og Per gjørdist ein sannur gýsari, har hin gamli billardveturanurin Sonhard dróg longra stráðið, við at vinna 4-3. Í hinari hálvfinaluni vann Hallur trygt 4-0 á Hans Jákup.

Sostatt møttust teir báir countryvinirnir Sonhard og Hallur úr Klaksvíkar Billardfelag í finaluni.

Settini í finaluni vóru sera tøtt. Teir skiftust um at vinna til støðan var 2-2. Men so hevði Hallur marginalarnar á sínari síðu og vann Haldor Holm Cup 2020. Hetta er sættu fer Hallur vinnur kappingina.

Kristian Suni Høgnesen og Henrik Petersen hava vunnið kappingina 7. ferðir.

Luttakarnir vóru á einum máli um, at hesin nýggi og øðrvísi Haldor Holm Cup-kappingarháttur var væl mótikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder