Annað

Hallur og Elisabeth gjøgnumførdu 100 míla rennikapping

Hallur Holm gjørdist nummar 7 og Elisabeth Larsen nummar 11 í ultra-rennikapping á Mors um vikuskiftið.

Elisabeth Larsen og Hallur Holm (Savnsmynd: bragdid.fo)

Elisabeth Larsen og Hallur Holm (Savnsmynd: bragdid.fo)

2019-09-09 13:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Mín vón er bara at gjøgnumføra – bara tað er stórt”

Soleiðis skrivaði føroyski rennarin, Hallur Holm úr Bragdinum, á Facebook áðrenn hann fór undir stóru avbjóðingina at renna 100 míl – 160,9 kilometrar út í eitt. Hann hevur ongantíð fyrr runnið so langt, skrivaði hann eisini. Altjóða mílin, sum mest verður brúkt sum longdarmát í enskttalandi londum, er 1.609,344 metrar.

”Mors 100 miles” eitur kappingin, sum fer fram á oynni Mors í Limfjørðinum í Danmark.

Og Hallur kláraði væl og virðiliga at gjøgnumføra. 17 tímar og 35,09 minuttir eftir at hann byrjaði renningina klokkan 9.30 leygarmorgunin, kom Hallur í mál. Hann gjørdist sostatt nummar 7 av teimum 67 monnunum, sum gjøgnumførdu. Vinnari gjørdist norðmaðurin Stian Andersen, sum megnaði at gjøgnumføra teinin tríggjar tímar skjótari enn Hallur.

Kona Hall, Elisabeth Larsen, gjøgnumførdi eisini langa teinin. Hon brúkti 24 tímar og 50,17 minuttir og gjørdist nummar 11 av 11 luttakandi kvinnun. Hon var tó ikki aftast, tí onkur maður kom á mál aftan á hana.

Tilsamans 117 ultrarennarar høvdu meldað seg til kappingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder