Hondbóltur

HM: Hálvfinalurnar verða leiktar í morgin

Danmark skal dystast við Frakland, og Noreg skal stríðast við sponsku vertirnar.

Noreg sló Niðurlond út í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

Noreg sló Niðurlond út í fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)

2021-12-16 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vóru tveir teir seinnu hálvfinalurnar. Noreg vann við seks málum á Russlandi, og Frakland vann við fimm á Svøríki.

Harvið gjørdist ikki talan um skandinaviska hálvfinalu, Danmark - Svøríki, og eingin av fjórðingsfinalunum gjørdist heilt tøtt, tá samanum kom.

Spurningurin er so, hvussu verður við hálvfinalunum, ið verða leiktar í Granollers, Katelonia í annaðkvøld.

Frakland er, sambært veddingarfyritøkunum, favorittur móti Danmark. Frakland er meira sigursvant seinastu árini, og liðið hjá Jesper Jensen hevur á pappírinum havt ein lættan veg til hálvfinalurnar. Tó skal liðið við heimsklassamálverjunum og nógvu dygdunum ikki undirmetast. Danmark sló eisini Frakland út, tá HM seinast var.

[object Object]
Donsku kvinnurnar vunnu risasigur í Føroyum í oktober - nú skulu tær stríðast um at koma í HM-finaluna (Mynd: Sverri Egholm)

Noreg er stórfavorittur móti Spania, ið tó hevur heimarvallarfyrimun. Noreg vann EM-endaspælið í fjør. Seinast liðið fekk HM-gull var í 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder