Fyri Føroya einasta professionella súkklara, Torkil Veyhe, hevur súkkluárið 2019 ikki verið av teimum allarbestu, hóast tað nú eydnaðist honum at gerast professionellur á einasta sokallaða pro-kontentinalliði í Danmark, Riwal Readynez Cycling Team.
Torkil hevur luttikið í heilt nógvum kappingum, men leikluturin hevur í flestu førum verið sum hjálpari hjá liðfeløgum, so hann hevur onki persónligt úrslit fingið í ár at seta á sítt CV. Ikki so mikið sum eitt UCI-stig er vunnið, tað er stig, sum verða givin til teir 20 ella 40 fyrstu súkklararnar um mállinjuna alt eftir hvussu týðandi kappingin er.
Heldur ikki á oyggjaleikunum í Gibraltar eydnaðist tað Torkili at gera seg galdandi, eins og hann í stóran mun hevur gjørt á undanfarnum oyggjaleikum. Ikki eitt einasta heiðursmerki megnaðu føroysku súkklararnir at fáa heim við sær.
Hóast persónligu úrslitini hava vantað, trívist Torkil væl á Riwal liðnum (Mynd: Riwal Readynez)
Faðirleikluturin kansa sína ávirkan
Torkil Veyhe ásannar, at mótstøðan hevur verið hørð í ár – støðið hevur verið munandi hægri enn tað, hann hevur uppliva undanfarin ár.
Men á heimamótinum eru eisini hendar broytingar. Hann gjørdist pápi í summar, og kanska tann tilveran hevur tart eitt sindur upp á hansara avrik á súkkluni, ásannar Torkil, nú kappingarárið er um at vera liðugt.
Týsdagin var Torkil við í eini kapping í Belgia, Grand Prix de Wallonie, og møguliga varð tað hansara seinasta kapping fyri í ár.
- Vit hava nakrar kappingar eftir um miðjan oktober. Vit hava ikki fingið at vita, hvør koyrir tær kappingarnar, men eg vænti ikki at tað verður eg, sigur Torkil Veyhe.
Kappingin í Belgia gjørdist heldur ikki nøkur succes fyri føroyska súkklaran. Hann kom eitt sindur afturút, og var so óheppin at punktera. Tá vóru ongir hjálparbilar eftir, so hann hann fekk einki nýtt hjól, og náddi sostatt ikki á mál. DNF stendur á úrslitalistanum út fyri føroyska súkklaran, Did Not Finish.
Torkil Veyhe saman við skiparanum á liðnum, Alexander Kamp, sum fer víðari til størri lið at royna seg næsta kappingarár (Mynd: Riwal Readynez)
Bíðar eftir sáttmálauppskoti
Fyri Riwal felagið hevur árið í ár verið rímiliga gott. Teir hava luttikið í fleiri stórum kappingum móti teimum stóru World Tour liðunum, eitt nú í stóru kappingini Tour of Britain í farnu viku, har Torkil eisini var við.
Fleiri av súkklarunum á liðinum hava havt úrslit, sum hava givið endurljóð. Stjørnan á liðnum, Alexander Kamp, skrivaði gjørdi longu í summar avtalu við World Tour liðið Trek Segafredo, og í gjár varð boðað frá, at ungi evnaríki súkklarin, Andreas Stokbro, hevur gjørt sáttmála við World Tour liðið Team NTT, sum er nýggja navnið hjá suðuravrikanska liðnum, sum í ár æt Team Dimension Data.
Hvussu framtíðin sær út hjá 29 ára gamla Torkili Veyhe er ógreið.
Hann vil fegin halda fram hjá Riwal Readynez. Við portalin sigur hann, at hann er komin ásamt um eina avtalu, men bíðar framvegis eftir at fáa eitt sáttmálauppskot til gjøgnumlestur.
- Vit hava havt eitt gott ár saman, og eg haldi, at vit eru í eini spennandi menning saman. So tað hevur aldri verið ivi frá mínari síðu um, at eg skuldi halda fram her. Og tá liðið eisini ynskti at eg skal halda fram, so havi eg heldur ikki tosað við onnur lið, sigur Torkil Veyhe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald