Hans Jørgen Djurhuus, annar av høvuðsvenjarunum hjá ÍF seinastu tvey árini gevst. Hesum hevur hann boðað ÍF frá í dag, sigur felagið í fráboðan.
Sambært felagnum er orsøkin, at uppgávurnar í dagliga starvinum hjá honum fylla ov nógv í mun til at røkja eitt venjarastarv í Betri deildini.
Hetta er aðru ferð í dag, at ein venjari í Betri deildini boðar frá, at hann gevst sum venjari. Um middagsleitið kunngjørdi HB, at Jens Berthel Askou, hevði fingið annað venjarastarv, og ikki fór at standa á odda hjá greipuvinnarunum næsta kappingarár.
- Ólavur Larsen kemur at halda fram sum venjari, og vit arbeiða víðari við at manna restina av toyminum, sigur ÍF.
Fuglfirðingar skavaðu í fjør 26 stig saman og endaðu á sætta plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald