Tað var stórur spenningur undan kappingini í gjár, serliga í Tvíspor vaksin er sera javnt. Trý ross vóru jøvn í stigum.
Fyrsta greinin, sum kappast skuldi í var Skeið. Her vóru Kór og Beinta Debes aftaná ein uppvísningsigur á ólavsøku, mett at hava bestar møguleikar. Tey raktu tó ikki dagin og fóru í lop báðu ferð og vóru harvið diskaði.
Kappingin gjørdist tó sera spennandi og einans ein hundrandapartur av einum sekundi var á muni millum nummar eitt og tvey, skrivar Ríðisamband Føroya.
Munin átti Sina við Brand í Dali, tey gjørdust nummmar eitt við tíðini 10,97. Stígur við Hera Dahl var nummar tvey, og tíðin hjá teimum var 10,98. Nummar trý gjørdist Viti við Jónu Ólavsdóttir.
Tøltkappingina vann Brynjar við Regini Johannessen á baki. Nummar tvey var Dagfinn og Hildigarð D. Hansen, og nummar trý var Klettur hjá Mogens W. Olsen.
Travkappingina vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen, og nummar tvey gjørdist Freyr hjá Biritu Lútzen.
Tvíspor ung vann Sílfa við Ásu Bárðadóttir. Tær báðar hava verið sera sannførandi í summar, og tær báðar áttu eisini bestu tíð av øllum hendan dagin. Nummar tvey var Táttur og Eva L.S Klemmentsen, og nummar trý Urd við Silju Geirsdóttir.
Tvíspor annan flokk vann Tindur hjá Hans Paula Poulsen. Nummar tvey vóru Pegasus og Vár Joensen, og nummar trý Tittan við Geir Wardum á bakið.
Tvíspor fyrsti flokkur man sjáldan hava verið so javnur sum í gjár, trý ross vóru við og tað var bara 14 hundrandapartir av einum sekundi frá nummar eitt til nummar trý, skrivar Ríðisambandið.
Av tí at breytin í Vágum bara loyvir tveimum rossum at ríða í senn, bar ikki til at øll vóru saman, so Marengo við Regin Johannessen og Freyr við Onnu Magnussen riðu fyrst. Tey fylgdust alla leiðina, men á málinum stakk Freyr múlan framm og vann riðlin við tveimum hundrandapartum av einum sekundi. Síðani skuldi Hans Pauli Poulsen royna seg við Svannu. Føroyameistarin frá fjør skuldi helst vinna fyri at betra um møguleikan at endurvinna FM, tí undan kappingini vóru hesi trý rossini jøvn í stigum.
Vanliga verður tað ikki mett sum ein fyrimunur at renna einsamallur, men tá er eingin sum órógvar. Svanna rann sera gott á degnum, og tað vísti seg eisini at Svanna hevði bestu tíð, bara 12 hundrandapartar av einum sekundi betri enn Freyr, men tað var nokk hjá teimum at vinna á degnum og leggja seg á odda í FM-stríðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald