Um vikuskiftið skipaði Frælsi fyri fjórða umfari í Betri vetrarkappingini í Sørvági. Teinurin var umleið 9,8 km. Líkindini vóru bara heilt góð, hóast eitt sindur skiftandi av vindi var. 65 vælupplagdir rennarar vóru tilreiðar tá byrjað bleiv kl. 11.00.
Rennast skuldi nakað forbí Bø, og so nakað niðan í brøttu brekkuna at venda. Útleggið í oddinum varð nokkso varligt og fylgdust fleiri beint áðrenn komið bleiv til Bíggjar. Tá setti ungi maðurin úr Sandavági, Hanus í Horni Nielsen úr Frælsi, ferð á og slapp avgerandi leysur og helt leiðsluna á mál. Hanus gjørdist nummar trý í Nýggjárhálvmaraton í ár, og hevur hann eisini víst sínar rennidygdir í Seyðamannarenningum á Vestanstevnu.
Veteranurin Sam Vang úr Bragdið bleiv nummar tvey og á triðja plássi kom eitt sindur óvæntað Steffan K. Poulsen úr Treysti. Steffan luttók ikki í fyrsta umfari vegna skaða, men hevur tikið seg spakuliga fram síðani annð umfar, tá hann gjørdist nummar sjey. Einar Gregersen, sum vann seinasta umfar, hevði ligið sjúkur alla vikuna, men gjørdist kortini nummar fýra.
Hjá kvinnunum stóð kappingin hesaferð ímillum Maritu Andrasardóttir úr Hvirluni og Sarah Vallin úr Bragdinum. Marita var nakrar metrar frammanfyri tað mesta av teininum, men tá tær nærkaðust málinum fór Sarah framum og vann. Á triðaplássi kom Hergerð Heldarskarð úr Bragdinum.
Fimta umfar verður 9. februar, tá FM í Lendisrenning verður hildið í Hoydølum, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya á heimasíðuni.
(Sarah Vallin - Mynd: JN.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald