Um vikuskiftið var triðja og seinasta FM kappingin í fjallasúkkling. Kappast var á longum teini, og kallast henda kapping, MTB XCM, ella MTB Marathon. Hesin teinurin skal vera omanfyri 60 kilometrar, og vinnaratíðin liggur omanfyri tríggjar tímar.
Leygardagin var tað økið við Flatnahaga, ið var karmur um kappingina. Talan er um eina drúgvan og harðan tein, har súkklararnir skiftivís súkkla í lendi millum grót og eyru, og aðrar løtur á grúsi og asfalti. Orsakað av ringa veðrinum seinastu vikuna, var lendið vátt og sostatt enn meira torført at súkkla á.
Koyrt var í fýra umførum á tilsamans 62 kilometrar.
Helgi Winther Olsen, ið teljist millum sterkastu súkklarar í landinum, vann við at brúka sama taktikk, sum í hinum báðum FM kappingunum.
Helgi legði hart út, og longu frá byrjan setti hann trýst á kappingarneytarnar, og royndi at koyra undan í fyrstu longu klintringini frá Tølthøllini í Havnadali niðan á Kleynsvarða. Hann økti stútt fyri hvørt umfar og var fyrstur á mál.
Tíðin hjá Helga var 3 tímar, 16 minuttir og 35 sekund.
Teir, sum bardust fyri silvurið vóru Hilmar Hansen og Andrass Joensen.
Hilmar og Andrass vóru javnir, og leingi stóð á jøvnum millum teir. Teir fylgdust í tvey av fýra umførum, men orsakað av einum ryggskaða var Hilmar noyddur at gevast.
Andrass Joensen helt á, og tá avtornaði kom hann á mál sum nummar tvey, góðar 10 minuttir aftaná Helga.
Tíðin hjá Andrass var 3 tímar, 26 minuttir og 49 sekund.
Herfinn Thomassen, sum er nýggjur í fjallasúkkluhøpi, gjørdist triði maður á mál í opna bólkinum. Orsakað av tíðarmarkinum á tríggjar tímar súkklaði hann eitt umfar stytri enn hinir. Tað vóru tí bara nummar eitt og tvey, sum koyrdu øll fýra umførini.
Úrslitið frá kappingini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald