Fríggjakvøldið 26. mars varð ársaðalfundur hjá Runavíkar Talvfelag hildin í gamla skúlanum á Glyvrum, sum nú er felagshús hjá talvfelagnum, og eftir fundin eitur felagið ikki longur Runavíkar Talvfelag.
Á fundinum varð uppskot viðgjørt, sum ein limur hevði sent felagnum. Uppskotið var at broyta navnið á felagnum til Kongshavnar Talvfelag (KHT). Sambært Runavíkar kommunu tók ein trivaligur meiriluti av fundarfólkinum undir við uppskotinum, og tí hevur felagið nú skift navn.
Síðan talvfelagið er farið at húsast í gamla skúlanum á Glyvrum, er áhugin fyri ítróttini vaksin munandi, og hevur felagið góðar vónir um framtíðina.
Á fundinum var einki nýtt uppskot til nevndarlimir, og nevndin, sum hevur sitið, var áhugað í at halda fram. Hon er nú skipa soleiðis:
- Gunnleif Rasmussen, formaður
- Jens á Líknargøtu, næstformaður
- Mainhard Danielsen, ritari/peningarøkil
- Brandur Højgaard, varalimur
- Bessi Bjarnason, varalimur
- Grannskoðarin Helgi L. Petersen var afturvaldur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald