Føroysku rógvararnir Sverri Sandberg Nielsen og Sára Maria Johansen umboða í hesum døgum Danmark á Olympisku Leikunum í París, men tey hava eisini føroyskar litir við sær.
Fyrsti róðurin hjá Sverra, sum rør í einskullara, var í gjár, har hann tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinaluni, sum verður 30. juli. Tað gjørdi hann í einum skullara, sum varð prýddur við bláu, reyðu og hvítu litunum hjá Merkinum, og tað hevur hann gjørt, síðan hann luttók í OL í Tokyo í 2021.
Les eisini: Sverri róði seg trygt í OL-fjórðingsfinaluna
Sára Maria er partur av kvinnuáttaranum, og tí kann hon ikki gera tað sama. Men hon tekur kortini føroysku litnirnar við sær.
– Eg skal hava neglalakk við føroysku litunum, og so kemur familjan hjá mær við føroyska flagginum, sigur hon sambært Ritzau.
– Liðið hjá mær kennir meg sum føroyingurin. Eg tosi nógv um Føroyar og fjali tað ikki. Tí vil eg eisini vísa føroyska flaggið, greiðir hon frá.
Fyrsti róðurin hjá Sáru Mariu verður í morgin, ólavsøkudag.
Les eisini: Sára hitti kongshjúnini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald