Fótbóltur

Hava skipað fyri serligari verkætlan við høgum leikarum

Sonevndi føroyski leisturin gevur avbjóðingar fyri høgu leikararnar, tá vøkstur kann seinka menningini innan tað kognitiva og evnini at menna megi. HSF ynskir, at venjarar skulu hava tol á hesum økinum.

Dragan Brljevic, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum og hjá Kyndli, hevði eina venjing (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Dragan Brljevic, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum og hjá Kyndli, hevði eina venjing (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-04-27 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í ár hevur HSF hildið serliga verkætlan við høgum leikarum. Orsøkin er, at í sonevnda føroyska leistinum, sum Hondbóltsambandið setti í verk fyri nøkrum árum síðani, er serligur denur á rørslu, flytføri og ágangandi verjuspæl í barna- og ungdómshondbóltinum. Semja er um, at hetta er tann rætta leiðin, men tað skapar samstundis avbjóðingar fyri høgu leikararnar, tá vøkstur kann seinka menningini innan tað kognitiva og evnini at útvikla kraft.

Hetta ásannar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari, og samanhangurin millum hædd og leist/leikhátt ger, at skipað er fyri verkætlanini, sum í mun til seinasta ár hevði fleiri nýggj andlit. Orsøkin er, sambært hsf.fo, at hesuferð var talan um bæði gentur og dreingir í aldrinum 14-18 ár.

Dagurin fevndi um eina venjing saman við Dragan Brljevic, sum er venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum og hjá Kyndli, har serligur dentur var lagdur á kognitiva hondbóltsvenjing við avleveringum v.m. Hereftir var frokostur og eitt upplegg um verkætlanina og avbjóðingarnar hjá høgum leikarum. Dagurin endaði við einari venjing saman við Hera Ziska, kropsligum venjara, við denti á kraftmenning, motorikk, samskipan og annað. Tað var eyðsýnt, at leikararnir, sum luttóku seinasta ár, veruliga høvdu tikið seg fram, skrivar Hondbóltssambandið.

Menning og tol
Í sambandi við hagtøl yvir hæddina av leikarunum á høgum altjóða støði, í mun til okkara egnu landslið, var ein týðuligur tendensur. Tá hugt varð eftir hæddini av leikarum á hægsta stigi, í mun til okkara í álopsspælinum, so var minni munur á hædd. Øðrvísi var tá hugt var eftir hæddini á leikarunum í verjuni, har ein týðuligur munu var á einar 5-10 sentimetrar. Niðurstøðan til hetta kann vera, at tá tað kemur til álopsspælið, er tað ikki eins avgerandi við hæddini, í mun til verjuspælið.

- HSF ynskir, at venjarar kring landið halda áfram við positivu menningini í offensiva verjuspælinum, men samstundis hava tol við teimum høgu leikarunum. Teirra menning gongur seinni, men øll gransking vísir, at menningini eisini kemur hjá teimum. Skal góða gongdin halda áfram, hava vit tørv á teimum høgu leikarunum og tað tryggja vit saman,

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder