Seinastu vikuna hava hondbóltslandsliðini á manssíðuni vant saman við fullari ferð fyri at fyrireika seg til komandi uppgávur.
A-landsliðið hjá monnum hevur EM-undandystir móti Rumenia, Ukraina og Eysturríki í mars og apríl, U21-landsliðið fyrireikar seg til HM í Grikkalandi og Týsklandi í summar, og U19-landsliðið fyrireikar seg til HM í Kroatia í august.
Á skránni hava verið venjingar, bæði í hallum og styrkirúmi, skrivar heimsíðan hjá Hondbóltssambandinum.
Í kvøld verða eisini venjingardystir í Vestmanna. Klokkan 16 spæla menninir innanhýsis dyst, og klokkan 18.30 spæla U19-menn móti U21-monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald