Annað

Hávard Vatnhamar nr. 5 í í 2019 Funchal Para Triathlon World Cup

Hávard fer nú undir fyrireikingarnar til næsta ár, og er vónin, at hann kann vinna sær pláss til OL í Tokyo.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-23 07:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hávard Vatnhamar luttók sunnudagin 20/10 í ársins seinastu para triathlon kapping, og kom hann á mál sum nummar 5 fammanfyri fleiri av næstu kappingarneytum sínum.

Harvið er punktum sett fyri para triatlon kappingum í 2019, og fer Hávard nú undir fyrireikingarnar til 2020.

Tað hevur gingið misjavnt hjá Hávardi í 2019.

Fyrst var hann óheppin at súkklan punkteraði í ársins fyrstu kapping í Tasmania.

Hetta gjørdi at hann ikki hevði nógv stig til at tryggja sær luttøku í kappingunum í vár, og mátti hann tí bíða til juli áðrenn hann slapp við til næstu kappingina í ár.
Tíverri var hendan kappingin bert eina viku eftir oyggjaleikirnar á Gibraltar, har Hávard fekk ein skaða í knæið, so heldur ikki her eydnaðist Hávardi at fáa serliga nógv stig.

Av somu orsøk slapp hann hvørki við til EM ella HM í ár, hóast hann heilt vist hevur støðið.

Hávard gavst tó ikki so, og gjørdi av at møta upp til kapping í Valencia í september uttan at hava tryggjað sær startpláss frammanundan. Lukkutíð slapp hann við uppá eitt avboð og bleiv nummar 9 í tí kappingini.

Tað var tó greitt í Valencia, at skuldi Hávard hava nakran kjans, so mátti arbeiðast við svimjingini, og hevur hann seinastu tveir mánaðirnar arbeitt miðvíst við svimjiteknikkinum saman við navnframa venjaranum Bo Jacobsen.

Næstseinasta kappingin hjá Hávardi í ár var í Alanya í Turkalandi 6. oktober, har Hávard kom á mál sum nummar 8.

Hóast hetta var ein kapping uttan vátdrakt, sum ger tað eyka trupult tá man manglar ein arm, so vóru tekin um at svimjivenjingin hevði givið úrslit, og var avgjørt at taka kjansin og flúgva til Madeira hóast startplássið ikki var tryggjað til hesa kappingina heldur.

Tað vóru tó tekin um at onkrir íðkarar vóru við at troyttast eftir langa sesong, og tí kundi væntast at okkurt avboð kom.

Leygarkvøldið komu so boðini um at Hávard slapp at starta, og var frøin stór.

Hávard kom á mál sum nummar fimm og svam hann sína bestu tíð nakrantíð, og undir truplum umstøðum. Heilar 1,5 minuttir skjótari enn hann svam teinin kappingarnar frammanundan.

Tað er tí við góðum treysti at Hávard fer undir fyrireikingarnar til kappingarnar í 2020, og er vónin enn at hann kann vinna sær pláss til Paralympisku leikinar í Tokyo.

Um hetta eydnast, fáa vit tó ikki at vita fyrrenn í juli 2020 tá seinasta kvalifikatiónskappingin hevur verið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder