Um vikuskiftið varð skipað fyri danmarksmeistarakapping í para-skúkling í Øslev nærhendis Haderslev.
Føroyingurin Hávard Vatnhamar, sum vit kenna frá para-triatlon og oyggjaleikum, hevði meldað seg til kappingina, og hann gjørdi bart, og vann.
Sostatt kann Hávard kalla seg danmarks meistara í parasúkkling 2020.
Í einari tíð har allar para-triatlon kappingar eru avlýstar, er gott at fáa roynt seg í kapping.
Hetta er við at halda motivatiónina uppi, og gevur mær eina meting av venjingarstøðu mínari, sigur Hávard Vatnhamar, við sambært FB-vanganum hjá Parasport Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald