Havnar Dartfelag hevur nú fingið nýggj høli. Tey vórðu handað felagnum á samkomu hóskvøldið.
- Vit í Tórshavnar Kommunu royna alla tíðina at betra um møguleikarnar hjá okkara ítróttarfeløgum, nú var tað tykkara tørn at fáa betri hølisumstøður, og tað hava tit fingið við hesum hølunum í Skansastovu, segði Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í kommununi, tá hølini alment vórðu tikin í nýtslu.
Í røðu sínari vísti hann á, at felagið er vaksið nógv seinastu árini, og at limatalið nú er komið upp á 100.
- Havnar Dartfelag er eitt virkið felag, tit hava skipað fyri altjóða kapping her í Føroyum við stórari luttøku. Limir úr Havnar Dartfelag hava eisini gjørt vart við seg í kappingum uttanlands, har ein av tykkara limum fekk framúr gott úrslit, so eisini her hava vit føroyingar víst framúr góð úrslit. Tillukku við tí, segði hann.
Annfinn Brekkstein segði, at tað var umráðandi at skapa karmar til frítíðarvirksemi av alskyns slag, so borgarar hava eitt breitt úrval av frítíðaraktiviteti at velja ímillum at fara til.
– Tórshavnar Kommuna vil alla tíðina menna og víðka um møguleikarnar hjá ítróttinnum og øðrum frítíðaraktiviteti. Eg fari tí at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við nýggju hølunum, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald