Annað

Havnar Fimleikafelag vann flestu gullheiðursmerki

FM í estetiskum fimleiki var í Høllini á Hálsi í gjár.

Mynd: Haldur Suni

Mynd: Haldur Suni

2019-05-06 08:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

FM í estetiskum fimleiki var í Høllini á Hálsi í gjár. Fleiri aldursbólkar luttøku í kappingini.

Byrjað varð kl. 14 og sjónvarpið vísti beinleiðis frá finaludegnum.

Besta úrslitið á degnum áttu smágenturnar í Rósuni hjá Fimleikafelagnum Støkk. Tær fingu samanlangt 33,70 stig í kappingini.

Felagið, sum vann flest gullheiðursmerki var Havnar Fimleikafelag. Feløg hjá Havnar Fimleikafelag sigraðu í trimum av teimum fimm aldursbólkunum.

Úrslitini vóru hesi:

Pinkur

nr. 1 Mira, Havnar Fimleikafelag samanlagt 30,40

nr. 2 Svalan, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 28,80

nr. 3 Ara, Fimleikafelagið Ljósið samalagt 26,00

nr. 4 Milja, Havnar Fimleikafelag samanlagt 23,10

Smágentur

nr. 1 Rósan, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 33,70

nr. 2 Vela, Fimleikafelagið Ljósið samanlagt 32,15

nr. 3 Bjalla, Havnar Fimleikafelag samanlagt 31,75

nr. 4 Bylgja, Havnar Fimleikafelag samanlagt 27,35

nr. 5 Libra, Fimleikafelagið Ljósið samanlagt 23,55

nr. 6 Birta, Havnar Fimleikafelag samanlagt 22,05

Gentur

nr. 1 Freia, Havnar Fimleikafelag samanlagt 32,60

nr. 2 Fenja, Havnar Fimleikafelag samanlagt 30,60

nr. 3 Viólin, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 29,10

Kvinnuunglingar

nr. 1 Lyra, Fimleikafelagið Ljósið samanlagt 31,15

nr. 2 Hulda junior, Havnar Fimleikafelag samanlagt 28,75

nr. 3 Flykran, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 27,60

Kvinnur

nr. 1 Hulda senior, Havnar Fimleikafelag samanlagt 30,00

nr .2 Vípan, Fimleikafelagið Støkk samanlagt 27,75

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder