Annað

Havnar Svimjifelag heitir á KvF um at senda FM-kappingina

Tekur ikki undir við Svimjisambandinum, sum hevur gjørt semju við kringvarpið um ikki at at senda FM í ár.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-05 07:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havnar Svimjifelag tekur ikki undir við Svimjisambandi Føroya og Kringvarpi Føroya um ikki at senda frá FM-svimjikappingini, sum verður hildin í Havn 13. til 15. november.

Orsøkin til avgerðina er serliga støðan viðvíkjandi korona, skrivar Svimjisambandið

Men Havnar Svimjifelag skrivar nú í opnum brævi til Kringvarpið, at tað ongantíð fyrr er so alneyðugt at sjónvarpa kappingina, tí áskoðarar skulu helst sita heima.

- Hyggja vit rundan um okkum, er argumentatiónin øvugt. Koronafarsóttin hevur nettupp gjørt tað alneyðugt at sjónvarpa sum ongantíð fyrr, tí áskoðarar skulu helst sita heima. So argumentatiónin hjá Kringvarpinum/Svimjisambandinum hongur ikki saman. Vit eru sostatt grundleggjandi ósamd, og kenna okkum tí noydd at mótmæla hesi avgerð, skrivar Havnar Svimjifelag í skrivinum til Kringvarp Føroya.



Felagið vísir á, at beinleiðis sjónvarpað FM í svimjing í Kringvarpinum hevur verið fastur táttur í mong ár. Kringvarpið hevur framleitt hesar framúrskarandi sendingar, sum vekja ans uttanlands fyri høgu góðskuna, og sum hava ómetaliga stóran týdning fyri okkara svimjarar og fyri føroyska svimjing.



- Føroyskir svimjarar hava í mong ár verið millum tey ítróttafólk, ið hava fingið bestu úrslit uttanlands. Fremstu svimjarar okkara venja 20-25 tímar um vikuna, so tey leggja sera stóra orku í ítróttina. Vit halda, at Kringvarpið framhaldandi eigur at vísa svimjarunum hesa viðurkenning, eina ferð um árið, at senda frá størstu svimjikapping í landinum, skrivar svimjifelagið í áheitanini á kringvarpið um at endurskoða avgerðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder