Annað

Havnar Telvingarfelag leigar í Finsen

Elsta talvfelagið í Føroyum fer at húsast í Finsen fram til 2025 – Leigusáttmálin varð undirskrivaður í vikuni.

Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jóannes V. Hansen, formaður í Havnar Telvingarfelag (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jóannes V. Hansen, formaður í Havnar Telvingarfelag (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-07-10 16:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni skrivaðu borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, og formaðurin í Havnar Telvingarfelag, Jóannes V. Hansen, undir leigusáttmála.

Komandi árini fer Havnar Telvingarfelag at húsast í Finsen í Tróndargøtu. Hølini verða nýtt til virksemi felagsins fram til 2025, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Havnar Telvingarfelag er fyrsta talvfelag í Føroyum. Felagið varð stovnað 18. apríl 1923, sostatt er talvfelagið í hølunum í Finsen, tá ið felagið kann hátíðarhalda 100 ára stovningardagin um trý ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder