Hondbóltur

HB fekk Hadjuk Splidt í Conference League

Italsk venjarauppgerð, tá Adolfo Sormani og Gennaro Gattuso hittast. Seinast kroatiska stórfelagið møtti føroyskum felagi, endaði tað 11-0 til Hadjuk, sum tekur ímóti HB 25. juli.

Ein fegin Adolfo Sormani saman við sínum fysisika venjara. Lutakastið í dag var annars ikki so gott fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein fegin Adolfo Sormani saman við sínum fysisika venjara. Lutakastið í dag var annars ikki so gott fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-19 13:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var greitt áðrenn, at sannlíkindini fyri góðum lutakasti ikki vóru góð, og HB fekk eisini ógvuliga trupla mótstøðu úr pottinum.

Sí eisini: HB kann fáa ógvuliga hart lutakast

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag byrjar í 2. umfari í Conference League. Tá man so ikki er styrkismettur, so kann tað henda, at man fær eitt kroatiskt stórfelag. 

HNK Hadjuk Split hevur ikki staðið seg so væl í evropeisku kappingunum seinastu árini, men hevur eina stolta søgu, nógvan pening og hevur nógva dygd á liðnum. Millum annað er Ivan Perisic, sum um eina løtu skal spæla EM-dyst fyri Kroatia, á liðnum. Perisic er komin aftur til heimbýin at spæla. Royndi vongurin hevur spælt við millum annað Tottenham, Bayern München, Borussia Dortmunmd og Inter Milan.

[object Object]
Ivan Perisic eigur eitt HM-silvur heiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki. Her sum liðskipari í seinna hálvleiki í EM-dystinum móti Spania leygardagin (Mynd: EPA)

[object Object]
Gennaro Gattuso sum AC Milan-venjari (Mynd: EPA) 

Nýggi venjari feglagsins er eisini navnframur. Gennaro Ivan Gattuso var kendur sum eitt arbeiðgrev á miðvøllinum hjá AC Milan og á italska landsliðnum í serliga 00'unum. Ein harður hundur, sum eisini dugdi at spæla bólt - ein maður við nógvum stórum heiðrum. Nú er Gattusso, eftir tíðarskeið sum venjari í Milan, Napoli, Valencia og Marseille, í Kroatia. 1. august fer hann at standa í Gundadali.

Fyrst snýr tað sum dystin í Splidt. Talan verður um ein italskan venjaratvídyst. Tað er eingin ivi um, at HB er betri brýnt til evropeiskar dystir enn fleiri av undanfarnu árini, har úrslitini hava verið misjøvn - oftast ikki góð.

At koma víðari hevði verið ov nógv at kravt móti liðið úr deilkd nummar 20 í Evropa, sambært UEFA-styrkismetingini, men HB skal royna at bjóða av. Í 2003 spældi Hadjuk Split móti GÍ. Tað endaði 11-0 samanlagt; 8-0 í Kroatia.

UEFA Conference League 2. umfar
Hadjuk Splidt (Kroatia) - HB
25. august (Splidt) og 1. august (Tórsvøllur)

Um B36 kemur víðari úr 1. umfari, skulu grannarnir hjá HB spæla móti Cliftonville úr Norðurírlandi. Víkingur fær væl størri uppgávur: Gent úr Belgia.

Um KÍ tapir í 1. umfari í Champions League, skulu føroyameistararnir til Kasakstan ella Moldova.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder