Fótbóltur

HB fekk sigurin í síðstu løtu

HB hevði trupulleikar móti Skála, men eitt mál eftir frísparksmál hjá Adrian Justinussen tryggjaði HB trý stig. Oddaliðið KÍ vann trygt móti 07 Vestur.

Frøi á HB-leikarunum, sum ikki fingu sigurin í hús fyrr enn í síðstu løtu (Skíggjamynd: Televarpið)

Frøi á HB-leikarunum, sum ikki fingu sigurin í hús fyrr enn í síðstu løtu (Skíggjamynd: Televarpið)

2022-04-18 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sætta umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt í dag.

Eina løtu bendi tað á, at Skála fór at megna ein javnleik móti HB, og syrgja fyri, at HB fekk sín triðja javnleik á rað. Soleiðis bleiv tó ikki, tí beint fyri tíðina sum dómarin legði afturat fekk HB fríspark stutt uttanfyri brotsteigarmarkið.

Adrian Justinussen sló til júst tá hann skuldi, og smekkaði bóltin í kassan til støðuna 3-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Tað hevur við sær, at HB hongur í KÍ, sum væntað vann trygt 3-0 ímóti 07 Vestur við Djúpumýrar í Klaksvík seinnapartin.

B36 hevur meldað seg í toppstríðið aftur við knúsandi 5-0 sigri ímóti EB/Streymur. Sundalagsmenn hava annars fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, men í dag riggaði ikki.

Á Argjum var stórur spenningur eina løtu, tí eftir at runavíkingar vóru á odda 2-0, javnaði AB til 2-2. Tað gekk tó ikki hjá argjamonnum, og NSÍ fekk ein týdningarmiklan sigur og er nú komið upp um niðurflytingarstrikuna aftur.

Víkingur vann trygt 4-0 ímóti B68, og fylgir væl við KÍ og HB í oddinum.

Úrslit og málskjúttar

Skála - HB 2-3 (2-2)
11’ Andreas Jacobsen 1-0
16’ Heðin Hansen 1-1
19’ Stefan Radosavljevic 1-2
29’ Sjálvmál 2-2
89’ Adrian Rúnason Justinussen

KÍ - 07 Vestur 3-0 (2-0)
22’ Mads Boe Mikkelsen 1-0
28’ Valerjis Sabala 2-0
51’ Jonn Johannesen 3-0

B36 - EB/Streymur 5-0 (3-0)
2’ Michal Przybylski 1-0
20’ Bjarki Nielsen 2-0
33’ Símun Sólheim 3-0
81’ Uros Stojanov 4-0
86’ Benjamin Heinesen 5-0

AB - NSÍ 2-3 (0-2)
5’ Pætur Hentze 0-1
16’ Klæmint Andrasson Olsen 0-2
67’ Bartal Skaalum Petersen 1-2
77’ Gunnar Reynslág 2-2
87’ Pætur Hentze 2-3

B68 - Víkingur 0-3 (0-3)
6’ Martin Klein Joensen 0-1
38’ Gunnar Vatnhamar 0-2
45’ Sjálvmál 0-3
90’ Aron Jarnskor Ellingsgaard 0-4


Støðan Betri deildin menn

1. KÍ (18 stig)
2. HB (14 stig)
3. Víkingur (12 stig)*
4. B36 (9 stig)
5. EB/Streymur (7 stig)
6. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (5 stig)
8. B68 (5 stig)
9. AB (4 stig)*
10. Skála (2 stig)

*Ein dyst færri


7. umfar 24. apríl

EB/Streymur - AB
Víkingur - HB
B68 - KÍ
Skála - B36
07 Vestur - NSÍ


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder