Í gjár vórðu tríggir dystir í Betrideildini leiktir. Talan var um útsettar dystir.
Á Tórsvølli var tað lívligt og spennandi. NSÍ legði seg á odda tvær ferðir. Fyrst var tað eyðsýndi Pætur Skipanes, ið smekkaði bóltin í HB-málið, eftir hegnisligt upplegg frá Peturi Knudsen. 20-ára gamli vinstri vongbakkurin er í gongd við at fáa eitt veurligt gjøgnumbrot í Betrideildini - málið kom í einari løtu, har NSÍ var við yvrilutan.
NSÍ trýsti HB væl í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
HB kom væl út til 2. hálvleik, og eftir eitt langt innkast kom bólturin útfrá til Adrian Justinussen, ið staddur á brotsteigarmarkinum var ivaleysur. 1-1 helt tó bara í tveir minuttir. So fekk NSÍ eina umstilling; ein HB-leikari gleið, so at Jesper Christjansen fekk pláss. Danin royndi at spæla bóltin innum verjuna, men Adrian hevði tikið eina sera góða "returrenning". 7'arin hjá HB var tó óheppinum, tí í royndini at stegða alveringini til Petur legði hann bóltin av óvart til rættis fyri púra fría Klæmint Olsen, ið takkaði fyri. Teitur var seldur, og so var 2-1 til útliðið.
NSÍ helt fram at hótta, og HB sá ikki ut sum liðið ofta hevur gjørt í ár. Petur Knudsen fekk miðskeiðis í hálveikinum nógv pláss í HB-brotsteignum, men javnsetti toppskjúttin í Betrideildini sendi onkursvegna bóltin framvið. Eit mál til 1-3 hevði veurliga gjørt tað trupult fyri HB og hevði helst gjørt, at FM-stríðið var víðopið. Ístaðin fekk HB fjórða málið í dystinum. Heimaliðið nógv fyri í deyðbóltinum, og í 78. minutti legði Daniel Johansen horna inn til aftasta økið, har Delphin Tshiembe, ið annars hevði stórar trupulleikar í gjár, bóltin inn í málteigin, har Bartal Wardum setti pannuna á.
Málið til 2-2 ger, at HB nú kann avgera alt sunnudagin við at vinna á TB á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)
Bartal: Gjørdu tað ringt fyri okkum sjálvar
Stór frøi á HB-áskoðarunum sum eins og á Argjum vórðu hildnir á pínubonkinum. HB hevði nakrar vandamiklar støður eftir málið, og bólturin endaði eisini einaferð í NSÍ-málinum, men Hilmar Leon Jakobsen var akkurat í rangstøðu. NSÍ trýsti seinastu løtuna, men tað endaði 2-2, og harvið er HB framvegis í tí støðu, at liðið kann sleppa undan einari FM-finalu í Klaksvík 7. november. Til tað krevst ein sigur á TB á Tórsvølli sunnudagin, ella at KÍ ikki fær fult í Runavík sunnudagin.
Um HB og TB spæla javnt, gerst HB føroyameistari við javnleiki móti TB, og um bæði liðini tapa, so kunnu tey í HB fegnast um 24. føroyameistariheiti í søguni.
Hjá NSÍ er ástøðiligi møguleikin fyri FM farin, men liðið hevur nú tvær "finalur" um 2. plássi: Fyrst móti KÍ og síðani móti B36
Dystirnir í gjár:
HB - NSÍ 2-2 (0-1)
36' Pætur Turiðarson Skipanes 0-1
48' Adrian Rúnason Justinussen 1-1
51' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
78' Bartal Wardum 2-2
Sí eisini:
Allan K. Jepsen: Tvey mál burdu verið nóg mikið á útivølli móti HB
Bartal Wardum: Gjørdu tað ringt fyri okkum sjálvar
Víkingur - KÍ 1-3 (1-1)
7' Jonn Johannessen 0-1
14' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-1
70' Ísak Simonsen 1-2
90' Ole Erik Midtskogen 1-3
Les eisini: KÍ er nú á øðrum plássi
ÍF - B36 1-2 (0-0)
64' Uros Stojanov 1-0
70' Alex Mellemgaard 1-1
90' Jóhann Hansson Joensen 1-2
Les eisini: B36 tryggjaði sær aftur trý stig í evstu løtu
Støðan í Betri deildini
1. HB (65 stig) 25 dystir
2. KÍ (58 stig) 24 dystir
3. NSÍ (57 stig) 25 dystir
4. B36 (56 stig) 25 dystir
5. Víkingur (44 stig) 25 dystir
6. ÍF (23 stig) 25 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir
Komandi dystir - sunnudagin 1. november:
Fuglafjørður
|
14:00
|
|||
Streymnes
|
14:00
|
|||
Norðragøta
|
15:00
|
|||
Runavík
|
15:00
|
|||
Tórshavn
|
15:00
|
(FaroeSoccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald