2021-01-04 12:58
Høvuðsvenjarin hjá HB seinasta árið, Jens Berthel Askou, fer komandi kappingarár ikki at standa á odda fyri greipuvinnarunum.
Jens Berthel Askou hevur fingið annað starv, boðar HB frá á heimasíðuni í dag.
- Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av at tað arbeiði, Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni, skrivar HB á heimasíðuni.
Enn er nýggjur venjari ikki settur, men HB sigur, at hetta arbeiði er í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald