3. umfar í Betrideildini er júst av. Tríggir dystir eru leiktir í dag; hinir báðir vóru í gjár.
Føroyameistararnir vunnu fyri fyrstu ferð í ár. Eftir sjey minuttir í Gundadali vóru longu trý mál komin; fyrst skoraði HB tvær ferðir innan tveir minuttir, áðrenn Víkingur javnaði uppá óbeinleiðis fráspark. HB var annars greitt omaná, og tjúgu minuttir fyri leiklok avgjørdi Símun Samuelsen dystin við brotssparki, eftir at Alti Gregersen hevði bjargað við hondini og fingið beinleiðis reytt kort.
Sí myndir frá dystinum her
Í Klaksvík loypti EB/Streymur hvøkk á eftir eitt lítið korter. Klaksvíkingar svaraðu aftur stutt fyri hálvleik og avgjørdi dystin í 2. hálvleiki.
Í Fuglafirði vóru bæði liðini á veg ímoti sigrinum, men hóast ÍF fekk sítt fyrsta stig í ár, irða teir á heimaliðnum seg helst mest um úrsliti. TB skoraði einsamalla málið í 1. hálvleiki, liðformaðurin hjá ÍF traðkaði til í 2. hálvleiki, áðrenn Stefan Radosavlevic skoraði eitt týdningarmikið brotsspark fyri TB móti endnaum av dystinum.
KÍ - EB/Streymur (2-1)
14’ Svein Knút Magnussen 0-1
41’ Jóannes Bjartalíð 1-1 (br.)
62’ Boris Dosljak 2-1
HB - Víkingur (3-1)
3’ Ari Mohr Olsen 1-0
4’ Dan í Soylu 2-0
7’ Dion Splidt 2-1
71’ Símun Samuelsen 3-1 (br.)
Reytt kort: Atli Gregersen (70')
ÍF - TB 2-2 (1-1)
36' Stefan Radosavljevic 0-1
63' Jan Ó. Ellingsgaard 1-1
84' Jan Ó. Ellingsgaard 2-1
89' Stefan Radosavljevic (br.) 2-2
AB - B36 (1-2) Í gjár
35’ Sørin Samuelsen 1-0
86’ Andrass Johansen 1-1
88’ Benjamin Heinesen 1-2
Les um dystin her
Skála - NSÍ (2-0) Í gjár
26’ Pætur Dam Jacobsen 1-0
31’ Jákup Johansen 2-0
Les um dystin her
Støðan eftir 3. umfar
1. B36 (9 stig)
2. Skála (6 stig)
3. KÍ (5 stig)
4. HB (5 stig)
5. Víkingur (4 stig)
6. TB (4 stig)
7. NSÍ (4 stig)
8. AB (3 stig)
9. ÍF (1 stig)
10. EB/Streymur (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald