Fótbóltur

HB og Víkingur hittast aftur í kvøld

Víkingur skal royna at venda gongdini og blanda seg í topp-trý stríðið aftur. HB kann leggja seg á odda í Betrideildini við sigri í Gundadali, har fyrsta bríksl er kl. 18.

HB er favorittur á heimavølli og við støðuni í hópinum, men enn ein tøtt uppgerð er í væntu millum Víking og HB (Mynd: Sverri Egholm)

HB er favorittur á heimavølli og við støðuni í hópinum, men enn ein tøtt uppgerð er í væntu millum Víking og HB (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-25 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið spældu liðini spennandi steypadyst í Sarpugerð. Longd leiktíð skuldi til fyri at avgerða áttandapartsfinaluna, og har eydnaðist HB og Áka Samuelsen at skora.

Sí eisini: 
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla

Hetta var triðji dysturin á rað hjá Víkingi uttan ein sigur. Avrikið hjá heimaliðnum var tó fyri tað mesta heilt gott. Málskjúttin Arnbjørn Svensson, ið eisini var sannførandi í miðverjuni, kundi eftir vónbrotið eisini seta orð á, at nógvir partar av spælinum hjá Víkingi riggaðu.

Nú eru stig uppá spæl, og um hugt verður eftir stigatalvuni er greitt, at Víkingur hevur tørv á stigum fyri at bjóða av í topp-trý. Fyritreytirnar eru tó broyttar hjá víkingunum, sum eisini framvegis eru uttan leikbannaða Atla Gregersen, umframt Ari Olsen og Finn Justinussen, ið eru skaddir. Nógvir víkingar vístu seg tó væl fram mikukvøldið - millum annað ungir og óroyndir fyrstaliðsspælarar. 

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Uppgávan er í kvøld er á útivølli, har teknisk sterku HB'spælararnir hava størri rásarúm. HB hevur vunnið tveir teir seinastu heimadystirnar móti júst Víkingi, og liðið hjá Dalibor Savic hevur bast bæði B36 og Víkingi í 2023. Aftur í kvøld er lykladystur, og HB skal nýta somu sinnisligu styrki men helst finna annað spæl fram, í mun til dystin í Sarpugerði.

Talan er um fyrsta dystin í umfarinum, og einasta dystin ið er á skránni í kvøld. Portalurin verður til staðar í Gundadali og hevur ymiskt tilfar. 

Betrideildin 3. umfar (umfar nummar 6) - útsett frá 19. mars
Í dag, týsdagin 25. apríl
18.00. HB - Víkingur

Í morgin, mikudagin 26. apríl
16.30: TB - ÍF

17.00: 
AB - 07 Vestur
EB/Streymur - B36

18.00: B68 - KÍ

Støðan í Betrideildini eftir fimm umfør
1. KÍ 15 stig
2. HB 13 stig
3. B36 12 stig
4. Víkingur 7 stig
5. EB/Streymur 7 stig 
6. ÍF 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig 
10. AB 0 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder