Fótbóltur

HB og Víkingur spæla finaluna í VFF CUP

Hon er á skránni leygardagin klokkan 16 á Tórsvølli. Televarpið sendir hendan dystin, umframt ein av hinum fýra sum verða spældir í høvuðsstaðnum leygardagin.

Víkingur og HB hava bæði vunnið allar sínar dystir í Venjarakappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur og HB hava bæði vunnið allar sínar dystir í Venjarakappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-07 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm umfør eru spæld í VFF Cup, og harvið er bert finaluumfarið eftir. Hetta er á skránni nú leygardagin 11. januar, og allir dystirnir verða spældir í Tórshavn.

Spælt verður eftir stigatalvuni. Tað vil siga, at nummar eitt og nummar tvey spæla finalu, nummar 3 og 4 í løtuni spæla um 3. plássið og so framvegis.

Støðan eftir fimm umfør: 
1. HB 15 stig
2. Víkingur 15 stig
3. KÍ 12 stig
4. B36 7 stig *
5. B68 7 stig
6. AB 4 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. NSÍ 3 stig
9. ÍF 3 stig
10. EB/Streymur 1 stig *

*B36 og EB/Streymur skuldu spæla í januar, men dysturin varð fleiri ferðir fluttir vegna veður og at enda ongantíð spældur. Liðini fingu síðani eitt stig hvør

Hetta er skráin í Gundadali leygardagin, 11. januar:

Tórshavn
11:00
Tórshavn
11:00
Tórshavn
13:30
Tórshavn
13:30
Tórshavn
16:00

Kelda: Faroesoccer og Venjarafelagið 

ÍF - EB/Streymur og B68 - AB verða spældir á Ovara Vølli - hinir tríggir á Tórsvølli. Televarpið vísir finaluna, har liðini við fullum stigatali hittast, og dystin áðrenn millum KÍ og B36. 

Harvið kemur Venjarakappingin at enda í vikuskiftinum. Stórsteypadysturin millum KÍ og Víking verður sunnudagin 26. februar - fyrsta umfar í Betrideildini er á skránni vikuskifti eftir tað; fyrsta vikuskifti í mars.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder