2021-05-24 12:59
Ein leikari á Betri liðnum hjá HB hevur fingið staðfest koronu. Tað váttar Páll Mohr Joensen, formaður, fyri Portalinum.
Liðið hevði venjing í gjár, og skuldi eftir ætlan spæla móti B36 á Tórsvølli í dag, men allir dystirnir, sum skuldu spælast í dag eru vorðnir útsettir vegna koronu.
Les eisini: Allur fótbóltur avlýstur
Sum Portalurin skilur, eru leikarar hjá HB kannaðir fyri koronu í dag. HB hevur eisini tikið avgerð um at hava HB-húsið stongt komandi dagarnar, skrivar felagið á heimsíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald