Lagt varð upp til spennandi fjórðingsfinalur í steypakappingini hjá kvinnum, og soleiðis varð eisini. Allar fýra vórðu leiktar í kvøld, og tað var bert í tí eini, at meira enn eitt mál var á muni.
Talan var um dystin á Argjum, har 07 Vestur vitjaði. Tað gjørdu vágakvinnur eisini í dystinum í 9. umfari í Betrideildini leygardagin, og eins og tá varð munurin trý mál. Tó var 0-1 í ein tíma, og harvið varð dysturin ikki avgjørdur fyrrenn seinastu løtuna. Tá eitt korter var eftir, skoraði Evelin Da Silva Mastropasqua sítt seinna mál - áleyparin úr Brasilia skoraði eisni tvey mál Inni í Vika síðsta vikuskifti - og heilt ímóti endanum setti Eyðrið Rúnadóttir punktum. Hon er júst úttikin til U19-landsliðið, og í Vágunum ber nú eisini til fegnast um, at man hevur eitt lið í hálvfinaluni í steypakappingini.
NSÍ sigraði aftur í Sarpugerði
NSÍ vann 6-4 á Víkingi í Sarpugerði sunnudagin, og aftur í kvøld eydnaðist teimum í gulum og svørtum at hála sigurin í land har. Heilt tíðliga í dystinum spældi NSÍ seg ígjøgnum, og bólturin varð lagdur til rættis fyri Heidi Sevdal, ið legði útiliðið á odda. Vìkingur mentist tó, og eftir hálvan tíma tók Hanna Isaksen Højgaard væl ímóti einari langari sending, gjørdi eitt gott trekk og setti bóltin niður í longra málhornið til 1-1.
Mongu áskoðarnir, ið vóru møttir upp í Sarpugerði, sóu ein dyst við nógvari ferð, har tað var eyðsæð at tað var alt uppá spæl. Í 2. hálvleiki var útiliðið omaná, og Inga Maria Janusardóttir bjargaði brotssparki frá Rúnu Olsen, stutt áðrenn tað eydnaðist Unn Hvidbro at senda NSÍ víðari við góðum langskot úr 25 metrum. Bólturin fór í longra málhornið, og runavíkskvinnur eru annað árið á rað í hálvfinaluni.
Málverjin hjá Vìkingi vardi væl fyri brotssparki....
...men tíggju minuttir seinni varð 1-2
og tey í NSÍ-leguni kundu fegnast
Í Klaksvík vóru tað tær í reyðum og svørtum, ið kundu stórfegnast. Eftir tjúgu minuttir legði Sunniva Willemoes HB á odda. KÍ kom tó út til seinna hálvleik sum eitt óløgi, og Maria Biskopstø javnaði beinanvegin. Hon er mest kend fyri brøgdini á rennibreytini og spældi eisini hondbólt í bestu deildini fyri Stjørnuna í vetur - hetta var fyrsta málið fyri besta liðið hjá KÍ hjá 18-ára gomlu Mariu.
Julia Naomi Mortensen, her í dystinum móti KÍ í Betrideildini sunnudagin, ið endaði við málleysum javnleiki, avgjørdi fjórðingsfinaluna í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Og so kundu tær hjá HB av álvara fegnast (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Nú livdi dysturin av álvara, men tað var HB, ið dró longra stráðið. Eitt korter fyri leiklok skoraði Julia Naomi Mortensen til 2-1 og hóast eitt tungt KÍ-trýst seinastu løtuna, so eydnaðist tað ikki hjá steypavinnarunum at javna aftur. HB-liðið vardi væl - millum annað var danska Ida Marie Christensen í miðverjuni ógvuliga stinn og 16-ára gamla Gunnvá Lützen í málinum var trygg.
Harvið skal ein nýggjur steypavinnari finnast í ár. KÍ hevur nú spælt tríggjar ferðir móti HB og hevur ikki megnað at koppa høvuðstaðarfelagnum. Nú er ikki møguleiki fyri at endurvinna greipuna.
Brotssparksdrama á Skála
B36 og EBS/Skála spældu í 120 minuttir Undir Mýruhjalla, uttan at nakað mál kom.
Harvið varð neyðugt við brotssparkskapping, og har vóru tær í hvítum og svørtum kaldari og løntu EBS/Skála ósigurin frá vikuskiftinum aftur. Tveir teir fyrstu skjúttarnir heimaliðnum skutu við síðuna av, Emma Hansdóttir, Jacoba Langgard, Rakul Johannesen og Kristianna Balle skoraðu fyri B36, og so var liðugt. 2-4 eftir brotssparkskapping og harvið er oddaliðið í Betrideildini úti, meðan B36, eins og í fjør, skal spæla í hálvfinalunum. Tá var liðið júst ov stutt móti móti NSÍ.
Hálvfinalurnar verða ikki leiktar fyrrenn í oktober.
Úrslitini í kvøld
EBS/Skála - B36 - 0-0 eftir vanliga leiktíð - 2-4 eftir brotssparkskapping
Myndir frá fyrra hálvleiki á Skála
Víkingur - NSÍ 1-2 (1-1)
5' Heidi Sevdal 0-1
31' Hanna Isaksen Højgaard 1-1
76' Unn Hvidbro 1-2
Myndir frá dystinum
AB/B71 - 07 Vestur 0-3 (0-1)
16' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-1
75' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-2
88' Eyðrið Rúnadóttir 0-3
KÍ - HB 1-2 (0-1)
21' Sunniva Willemoes 0-1
46' Maria Biskopstø 1-1
75' Julia Naomi Mortensen
Kelda: dystir.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald