Fimm dystir, 16 mál og 15 stig. Tveir teir seinastu dystirnar hevur HB skorað sjey mál - mótstøðuliðini hava verið Víkingur og B36. Nú skal liðið hjá Jens Berthel Askou royna seg í Suðuroynni og royna at leggja meira sjógv ímillum seg og liðini á teimum trimum plássunum niðanfyri, ið øll spæla sunnudagin. KÍ og NSÍ móti hvørjum øðrum og B36 í Sarpugerði móti Víkingi, sum í løtuni er nakað aftanfyri.
Les eisini:
Nógv upp á spæl hjá topp-fimm iiðnum sunnudagin
Hjá HB er Adrian Justinussen framvegis úti, og liðið hevur nógvar ungar leikarar í hópinum. Tó sær liðið út til at hanga heilt væl saman - bæði við og uttan bólt. Høga trýstið og góðu buyrjanirnirar uppá dystirnar eru vorðin eitt vørumerki hjá treimum reyð-svørtu, og góðskan á liðnum er eyðsæð.
HB gjørdi tað trupult fyri B36 mánadagin (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá teimum sebralittu hevur tað í løtum sæð rímiliga gott út, og dysturin og úrsltiið í Norðragøtu mánadagin var super fyri TB - talan var um fyrsta stigið hjá liðnum hjá Micheal L. Winter í ár. Hetta verður triði heimadysturin hjá TB higartil í ár. Føroyameistarin og liðið sum endaði á 2. plássi í fjør hava frammanundan vitjað við Stóra, og nú er tað oddaliðið við fullum stigatali, ið tvøramenn skulu takast við.
TB og Víkingur spældi 0-0 javnleik fyrr í vikuni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Frederik Mehder verður helst førur fyri at verja TB-málið hesuferð. Danin hevur verið úti síðani dystin móti KÍ í 2. umfari og í seinastu tveimumumførunum hevur Meinhardt Joensen vart TB-málið. Ivamál er um, hvussu nógv Ken Fagerberg kann spæla.
Seinastu árini hevur tað verið javnt, tá liðini hava spælt í Trongisvági. Spurningurin er um TB fær gjørt nakað við oddaliðið seinnapartin. Fyrsta bríksl er klokkan 15.00. Vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum.
HB og TB spæla ofta javnar dystir í Trongisvági
Betrideildin 6. umfar
Leygardagin 6/6
15.00: TB - HB
Sunnudagin 7/6:
15.00: KÍ - NSÍ
ÍF - AB
EB/Streymur - Skála
17.00: Víkingur - B36
Støðan:
1. HB (15 stig)
2. NSÍ (12 stig)
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (8 stig)
6. ÍF (6 stig)
7. EB/Streymur (3 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald