Tað var lagt upp til eina spennandi byrjan uppá kappingarárið, tá ársins stórsteypadystur hjá monnum varð leiktur á Tórsvølli. Í dystinum hjá kvinnum frammanundan vann HB stórsigur, men tann seinni dysturin gjørdist væl meira spennandi.
Steypavinnarin byrjaði betri. Hóast B36 hevur fleiri skaðar, so var tað eitt sterkt B36-lið sum byrjaði, har Jónas Tór Næs og Lukasz Cieslewicz vóru aftur eftir skaðar. Nýggju mennirnir úr Eysturoynni, ið nú eru fluttir til Havnar vóru eisini millum teir fyrstu ellivu. Tað vóru ikki skaptir so nógvir málmøguleikar. HB var uttan ársins leikara í fjør, og fekk ikki sítt spæl at koyra fyri steðgin. Føroyameistarin hevði tó størsta møguleikan fyri steðgin, tá Dan í Soylu rakti stongina við góðum langskoti.
Myndir: HB - B36
HB kom betri út til 2. hálvleik, og veteranurin Símun Samuelsen skoraði stutt eftir steðgin. Dan trýsti innskifta Bjarna Petersen, ið er komin fyri seg eftir skurðviðgerð, Jónas gleið, og so datt bólturin til Símun, ið kundi rulla bóltin í málið. Hjá HB vóru nýggju leikararnir, Pætur Petersen og Hørður Askham, á miðvøllinum.
B36 royndi at svara aftur og fekk hótt málið hjá Teiti Gestssyni nakað. Í yvirtíðini fekk liðið hjá Jákup á Borg eitt óbeinleiðis fríspark í brotssteignum. Dan í Soylu fekk blokerað skotið, men tyktist at vera ov tætt við, har sum frísparkið var tikið. Hetta varð ikki dómt, og Alex Mellemgaard mótmælti so nógv, at Jóhan Hendrik Ellefsen gav honum seinna gula kortið. Harvið hevur bakkurin leikbann til fyrsta dystin í Betrideildini ímóti Skála.
Magnus Holm Jacobsen er komin heim til B36
B36 fekk ikki javnað, og eins og fyri tveimum vikum síðani kundi HB lyfta eitt steyp á Tòrsvølli. Liðið hjá Heimiri Guðjónssyni vann VFF Cup og vann nú Stórsteypið, og skal frá komandi vikuskiftið av royna at endurvinna FM-heitið. Ein taktiskur og javnur dystur, ið var væl meira inntensur enn ein venjingardystur.
HB - B36 1-0
1-0: Símun Samuelsen
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson – Brynjar Hløðversson, Hørður Askham - Pætur J. Petersen (Daniel Johansen), Dan í Soylu, Símun Samuelsen (Símun Sólheim) – Ari M. Olsen
B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling D. Jacobsen (Bjarni Petersen), Alex Mellemgaard – Ragnar Samuelsen (Andrass Johansen), Eli F. Nielsen - Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen - Brian Jacobsen (Gilli Samuelsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald