Tað sá ikki út av nógvum tá teir vóru á vitjan í Gundadali, Newtown AFC úr Wales. HB hevði alt spælið, men fekk alt ov lítið burturúr, og tað kostaði teimum Conference League í kvøld.
HB vann fyrra dystin 1-0 og skuldi í kvøld verja sigurin heim og spæla seg víðari í Conference League. Wilisar vildu tað øðrvísi, og skoraðu tvey mál í fyrra hálvleiki, og lógu tí til at koma víðari.
Pætur Petersen skoraði til 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, men fleiri mál komu hvørki í vanligu leiktíðini ella í eykatíðini, og brotssparkskapping skuldi tí til.
Í brotssparkskapping kann tað fara báðar vegir, og í dag fall tað til walisar. Teitur Matras Gestsson legði út við at bjarga einum skoti, men tveir HB’arar brendu síni skot meðan walisar vóru tryggir.
Newtown vann brotssparkskappingina 4-2, og varpaði HB úr Conference League.
Hetta er eitt stórt vónbrot fyri HB, sum hevði sett sær mál at klára longri í evropeiskum fótbólti í ár.
Havnarfelagið hevur ikki eina stolta søgu í altjóða fótbólti, og tað bleiv als ikki frægari í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald