Fótbóltur

Sølvi Vatnhamar fær langt leikbann

Sølvi Vatnhamar hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið í dystinum móti Luksemborg. Tí eru boð send eftir Heðini Hansen úr HB.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-10 19:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Heðini Hansen úr HB, sum skal avloysa Sølva Vatnhamar, ið hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið móti Luksemborg.

Seinastu løtuna í dystinum móti Luksemborg spældi føroyska landsliðið við nýggjum monnum. Fyrst varð Rene Shaki Joensen vístur av vølli, og lítla løtu fekk eisini Sølvi Vatnhamar tað reyða kortið frá dómarinum.

Meðan Rene Shaki hevur fingið leikbann í ein dyst, er nú greitt, at Sølvi Vatnhamar er leikbannaður næstu tríggjar dystirnar.

Sum avloysara fyri Sølva á miðvøllinum hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Heðini Hansen úr HB. Heðin er ikki ókendur í landsliðshøpi, og er higartil skrásettur fyri seks A-landsdystir fyri Føroyar – seinast í 1-0 sigrinum á Liktinstein fyrr í ár.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Litava verður á Tórsvølli í morgin, leygardagin 11. juni klokkan 17.

[object Object]Heðin Hansen nr. 21 (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder