Annað

Heðin Mortensen: Havnin til reiðar til Oyggjaleikir 2027

– Vit hava sera góðar umstøður at hýsa Oyggjaleikunum í 2027, sigur borgarstjórin í høvuðsstaðarkommununi.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-22 16:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna er til reiðar at taka ímóti Oyggjaleikunum, sum verða í Føroyum 2027. Kommunan hevur umstøður til at kalla allan ítrótt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Les eisini: Oyggjaleikir 2027 verða í Føroyum

– Vit hava sera góðar umstøður at hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Langhylurin verður liðugur komandi summar. Stórhøllin Við Tjarnir verður liðug í seinasta lagi í januar 2025. Eisini hava vit eina spildurnýggja skjótibreyt. Harumframt hava vit, sum heild, sera góðar umstøður til at kalla allan ítrótt – bæði innandura og uttandura, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin vísur eisini á, at vinnulívið og handilslívið í Havn er væl fyri at taka ímóti teimum túsundtals gestunum, ið Oyggjaleikirnir hava við sær.

– Tænastuvinnan í Tórshavnar kommunu er væl fyri. Her eru nógv gistingarhús, matstovur og handlar, so bæði vinnan og kommunan eru til reiðar til Oyggjaleikirnar 2027, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder