2019-03-20 08:02
23 ára gamla Heidi Eliasen vann í dag gull í svimjikapping á Special Olympics World Games í Arabisku Emiratunum.
Tað var í kappingini 50 metra ryggsvimjing. Heidi vann kappingina í tíðini 41,27 sekund framman fyri einari 19 ára gamlari gentu úr Bangladesh og eini 15 ára gamlari úr Filipsoyggjum.
Í gjár luttók Heidi í 100 metra frísvimjing, og gjørdist tað tá til eitt fjórða pláss.
Special Olympics leikirnir í Arabisku Emiratunum enda í dag.
Herundir sæst gullkappingin hjá Heidi Eliasen:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald