
Tá Føroyar spældu móti Slovakia í seinasta dystinum Nations League 2025 á Tórsvølli í kvøld, varð eitt serstakt landsliðsmett sett.
Sí eisini: So nær við einum stórum stigi móti Slovakia
Heidi Sevdal hevur leingi havt metið fyri flest A-landsdystir hjá kvinnum, men nú eigur 36-ára runavíkskvinnan eisini samanlagda metið.
Fróði Benjaminsen hevur havt hetta í nógv ár. Fyrrverandi landsliðsliðformaðurin spældi 95 skrásettar dystir millum 1999 og 2017.
Bygdamaður hansara, Jóan Símun Edmundsson, er tveir dystir aftanfyri.
Heidi Sevdal hevur í tjúgu ár (2006-2025), spælt 96 skrásettar A-landsdystir. Hetta er harvið føroyskt met.
Kvika og vandamikla kvinnan hevur eisini málmetið á ladnsliðnum. Hetta tók hon í fjør. Rannvá Biskopstø Andreasen hevði tað - hetta við einum ógvuliga flottum miðaltalið: 27 mál í 55 dystum fyri Føroyar.
Heidi Sevdal hevur skorað 31 skrasett mál - hetta í 96 dystum.
Spurningurin er so, hvørt Heidi fer at spæla fleiri dystir, ella um hetta var tað. Í samrøðu við Kringvarpið eftir góða føroyska avrikið móti Slovakia, har hon var við í føroyska málinum, staðfesti Heidi Sevdal, at einki er avgjørt. Føroyar hava í løtuni ikki fleiri dystir á skrá í 2025. NSÍ-profilurin var nær við at gevast í vetur.
Tøl: FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald