Annað

Heiðraðu heimsmeistara í Vestmanna: - Vit síggja ov lítið til tín

Sarah Mahfoud, sum er heimsmeistari í boksing varð heiðrað í Vestmanna í kvøld. Eisini fekk hon handað gávukort til flogferðseðlar til Føroya.

Sarah Mahfoud fekk handað blómutyssi (Mynd: Sverri Egholm)

Sarah Mahfoud fekk handað blómutyssi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-06 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Vestmanna vilja tey fegin síggja meira til nýggja heimsmeistaran í boksing. Sarah Mahfoud, sum síðsta leygarkvøld vann heimsmeistaraheitið í boksing, varð í kvøld heiðrað av Vestmanna kommunu.

Hetta hendi aftaná hálvfinaludystin millum VÍF og Kyndil í ítróttarhøllini í Vestmanna í kvøld.

Nógv fólk vóru verandi eftir dystin, og heiðraðu Sarah Mahfoud, sum hevur mammu úr Vestmanna, og sum fyrstu fýra árini vaks upp í bygdini.

Sarah Mahfoud takkaði fyri stuðulin, og segði at hon var stolt at vera úr bygdini.

- Her standa so nógv fólk, eg eri heilt imponerað. Túsund takk, segði heimsmeistarin rørdur.

Vestmanna kommuna bjóðaði kaffi og kakur og børnini fingu møguleika at taka mynd saman við Sarah Mahfoud.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder