2022-07-17 00:28
Eitt nógv broytt U20 landslið, við heiðurligum tapi fyri Slovenia í kvøld.
U20 mennirnir taptu í kvøld 28-25 í móti Slovenia. Føroyska liðið var í kvøld merkt av nógvum broytingum, men í kvøld kom maður sanniliga í mans stað.
Á føroyska liðinum, var tað serliga Bjarni Í Selvindi, sum gekk á odda og var eisini kosin dagsins maður fyri Føroyar. Eisini var Sasha Lacok serliga eyðsíndur í føroyska málinum.
Úrslitið hevur við sær, at føroyska liðið endaði á einum tíggjunda plássi, í EM endaspælinum. U20 menninir hava í hesi kappingini, tryggjað sær luttøku í HM endaspælinum næsta summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald