Annað

Heiðursmerki til Føroyar í stórari Badmintonkapping

Gunnvá Jacobsen hevur vunnið gull og Miriam í Grótinum hevur vunnið silvur í stórari týskari badmintonkapping.

(Mynd: Facebook/Badmintonsamband Føroya)

(Mynd: Facebook/Badmintonsamband Føroya)

2019-04-21 17:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag vunnu Føroyar tvey heiðursmerki í stórari ungdóms-badmintonkapping í Týsklandi. Stórt ferðalið úr Føroyum er í Berlin, har luttikið verður í kappingini Yonex Junior Cup

Í dag hava tveir føroyskir badmintonleikarir spælt finalu. Gunnva Jacobsen spældi í u22 finaluni í einmansleiki. Hon vann finaluna og har við alla kappingina. 

Í u17 kappingini luttók Miriam í Grótinum. Hon vann ikki finaluna, men fór avstað við einum flottum silvur-heiðursmerki. 

Tað skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook-síðu síni. 

Annars skrivar Badmintonsambandið, at leikarinir yvirskipað hava klára seg væl í sera harðari kapping. Tey hava spælt ímóti bestu leikarunum í millum annað Týsklandi, Tjekkia og Danmar, og tey flestu komu í kvart-finaluna. 

Sum skilst eru einmansleikirnir lidnir nú, men leikarinir skulu enn spæla tvímansleikir. 

Leikararnir á unglingalandsliðnum eru:

Miriam í Grótinum

Hans Elttør

Tórur Paulason

Sissal Thomsen

Lena Maria Joensen

Rúni Øster

Ari Nandi

Ari Miné Jacobsen

Árant á Mýrini

Jónas Djurhuus

Jónas Vágsheyg

Hákun Thorkildshøj Sigvardsen

Gunnva Jacobsen

Jóhanna Osberg Højsted

Magnus Dal-Christiansen

Rani í Bø

Venjarar á túrinum:

Aritra Nandy

Erik Engelbrecht Thomsen

Ferðaleiðarar:

Poul Poulsen

Sigurð Jacobsen 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder