Í morgin, leygardagin 21. september, skipar Hvistan í Suðuroynni fyri einum heilsutúri fyri teimum, ið ikki ynskja at luttaka í hálvmarathon.
Tað verður gongu, renni, trilli ella súkklutúrur frá bussskýlinum á Nesi og hiðani verður farið vestur á Vágseiði, ein túrur, ið er umleið 4 km.
Tankin við tiltakinum er, at fáa fólk við til seinasta partin av túrinum hjá teimum, ið renna og ganga hálvmarathon úr Trongisvági og til Vágs í morgin. Men tankin er eisini at fáa fólk, ið kanska ikki hava mót upp á so langan túr, at koma út í góðveðrið, í veðurfrásøgnirnar boða frá í morgin, og soleiðis koma við at røra seg, og fáa nakað av rørslu inn í gerandisdagin.
Byrjað verður á Nesi kl. 13.00, og tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald