EM-atgongumerkjasølan hevur gingið strúklandi. Hondbóltssambandið sigur, at bara 43 atgongumerki nú eru eftir í føroysku sektónini í Mercedes-Benz Arena í Berlin.
Verður talt saman, hava á leið 2.500 føroyingar longu tryggjað sær atgongumerki til teir tríggjr dystirnar í bólkaspælinum. Føroyingar sita higartil í sektiónunum 406, 407, 408, 201, 217, 218, 219, 220 og 104.
(Mynd: Sverri Egholm)
Frá 31. mai verður møguligt at keypa atgongumerki til dystir hvør sær. Tá verða væntandi uppaftur fleiri føroyingar, sum fara at tryggja sær atgongd til søguligu EM-dystirnar hjá føroyska landsliðnum.
Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar kl. 18.00 (týsk tíð): Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar 20.30 (týsk tíð): Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar kl. 18.00 (týsk tíð) : Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald