Annað

Heimsins besti rasarakoyrari raktur av korona

Lewis Hamilton verður ikki við í Formula 1-kappingini komandi vikuskifti.

Lewis Hamilton (Mynd: EPA)

Lewis Hamilton (Mynd: EPA)

2020-12-01 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enski rasarakoyrarin Lewis Hamilton hevur fingið staðfest korona. Tað váttaði liðið hjá honum, Mercedes, í morgun.

Hamilton verður sostatt ikki við í næstseinastu Formula 1-kapping í Bahrain um vikuskiftið. Eisini er ivasamt um hann verður við í seinastu kappingini í Abu Dhabi 13. desember.

Mercedes-koyrarin hevur tó longu vunnið heimsmeistaraheitið. Tað hendi 15. november í Turkalandi.

Mánamorgunin vaknaði hann við veikum sjúkueyðkennum. Hann tók síðan tvær koronatestir, sum báðar vóru positivar, og Lewis Hamilton er tí farin í sóttarhald.

Men umframt veiku sjúkueyðkennini hevur Lewis Hamilton tað eftir umstøðunum gott, skrivar Mercedes.

So seint sum sunnudagin vann Lewis Hamilton ta fyrru av tveimum Formula 1-kappingum í Bahrain. Heimsmeistarin varð testaður negativur fyri covid-19 ikki minni enn tríggjar ferðir áðrenn hesa kappingina.

Hann varð eisini testaður negativur á sjálvum kappingardegnum. Men mánadagin vísti hann altso tekin um koronavirus, og varð síðan testaður positivur.

Sjeyfaldi heimsmeistarin er hin triði Formula 1-rasakoyrarin, ið hevur fingið staðfest covid-19 í ár. Fyrr hava Lance Stroll og Sergio Perez eisini verið raktir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder