Annað

Heimsins besti svimjari skal venja í Vági

Pálshøll var forkunnuga vitjan í apríl.

(Mynd: vagur.fo)

(Mynd: vagur.fo)

2019-03-19 08:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í apríl mánaði fær Vágur og Páls Høll forkunnuga vitjan, tá heimsins besti kvinnuligi svimjari, Katinka Hosszú úr Ungarn, kemur til Vágs á venjingarlegu.

Katinku Hosszú vann á OL 2016 í Rio de Janeiro gull í 100 metra ryggsvimjing umframt í 200 og 400 metra blandaðari svimjing, og sum hartil millum annað vann gull í 400 metra blandað á HM í Rom í 2009, á HM í Barcelona í 2013, á HM í Kazan í 2015, og á HM í Budapest í 2017, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Katinka eigur heimsmetini í 200 og 400 metra blandaðari svimjing á langgeil og á stuttgeil, umframt heimsmetini í 100 og 200 metra rygg á stuttgeil.

Tilsamans hevur hon vunnið trý OL-gull og eina silvur, sjey HM-gull, eina silvur og fimm bronsur, umframt m.a. 17 gull á HM á stuttgeil, 14 á EM og 16 á EM á stuttgeil, ella 57 gull á hesum størstu svimjistevnum í heiminum.

- Vit eru sera errin um, at heimsins besti svimjari kemur til Vágs á venjingarlegu og gleða okkum sjálvsagt, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Katinka Husszú er onnur heimsstjørnan, umframt lokala Pál Joensen, sum hevur verið á venjingarlegu í Páls Høll. Í juni 2017 var litavska svimjistjørnan Rūta Meilutytė á venjingarlegu í Páls Høll og stutt eftir vann hon tvífalt gull til EM.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder