Annað

Heimsins fremsta er úti av Wimbledon

Ashleigh Barty tapti móti Alison Riske, sum er nummar 55 í heiminum.

Ashleigh Barty

Ashleigh Barty

2019-07-08 18:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ashleigh Barty, sum liggur nummar eitt á styrkislistanum yvir kvinnuligar tennisleikarar, tapti í morgun í stóru Wimbledon kappingini.

Avstraliukvinnan tapti við settunum 3-6, 6-2, 6-3 móti Alison Riske úr USA, sum liggur nummar 55 á styrkilistanum. Við sigrinum er Riske í sínari frystu fjóðringsfinalu í einari Grand Slam kapping.

Stórur spenningur var annars um at Ashleigh Barty nokk fór at møta Serenu Williams í fjórðingsfinaluni. Men hetta vildi Riske ikki hoyra talan um og varpaði Barty úr kappingini.

[object Object]

(Alison Riske)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder